útskriva

Ofta settir spurningar

Vónandi fært tú greiði á nøkrum av tínum ivamálum um uppihald á Naina niðanfyri á hesu síðuni.

397A8926b.jpg

Trýst á pílin og sí svarið til spurningin.

Les eisini meiri um, hvat heimið hevur at bjóða.

Hvør kann sleppa á Hvíldarheimið?

Ein treyt fyri at fáa uppihald á heiminum er, at viðkomandi er førur fyri at ganga og eta sjálvur, og er klárur í tíð og stað. Øll, sum lúka omanfyri standandi treytir, kunnu søkja lækna um at fáa uppihald á heiminum. Sjá viðtøkurnar fyri Hvíldarheimið Naina undir "Um okkum " - Viðtøkur.

Hvussu kann eg fáa eitt pláss á Naina?

Fyri at koma á Hvíldarheimið er neyðugt at fáa eina ávísing frá einum lækna. Læknin sendir síðan ávísingina víðari til Hvíldarheimið Naina. Til ber at ringja á Hvíldarheimið og spyrja seg fyri, nær væntast kann, at pláss verður. Vit hava ein bíðilista, sum til ber at skriva seg upp á.

Hvussu leingi kann ein vera á Hvíldarheiminum?

Vanliga er longdin av uppihaldinum ímillum 2-4 vikur. Atlit verða tikin til tørvin í hvørjum einstakum føri.

Hvørja hjálp kann eg fáa á Hvíldarheiminum?

Til ber at fáa ymiska hjálp viðvíkjandi sjúkrarøkt, heilivági, eina hjálpandi hond til persónligt reinføri, umsorgan og hvíld.

Hvat skal ein hava við?

Neyðugt er at hava egnan heilivág við sær eins og egin klæðir, skógvar og lutir til persónligt reinføri.

Hvat kostar uppihaldið?

Uppihaldið er ókeypis fyri hvíldarfólkið. Raksturin av heiminum verður fíggjaður av kommununum og landinum.