útskriva

Kropslig venjing

Tað eru ymiskir møguleikar at venja og røra seg, meðan ein er á Hvíldarheiminum Naina.

DSC00769.JPG

Til ber at venja á kondisúkklum í kjallaranum. Hava tygum ávísing til fysioterapeut frá tygara lækna, hava vit samstarv við fysioterapeut, sum kemur á heimið. Á heiminum eru trappur, sum til ber at venja og styrkja seg í. Umhvørvið rundanum heimið er væl egnað til at røra seg í. Tað er heilsubót fyri likam og sál.