Seinastu 2 vikurnar hevur Maria Elisabeth Hallsdóttir Selfoss verið í starvsvenjing á Hvíldarheiminum Naina. Tað er bæði gevandi og stuttligt at fáa frisk ung fólk á Naina. Maria Elisabeth hevur luttikið í matgerð og borðreiðing í køkinum, dagligu reingerðing á heiminum og í sjúkrarøktini saman við sjúkrarøktarfrøðingunum.
Vit hava verið sera glað fyri Mariu Elisabeth, sum er bæði blíð, røkin og arbeiðssom.
Takk fyri tíðina og blíðan byrð.