1. septembur hevur Guðrið Lisberg valt at siga seg úr starvi.
Vegna flyting valdi Guðrið Lisberg at siga seg úr starvi á Hvíldarheiminum Naina. Í hesum sambandi hvødu vit eina hugnaløtu á Naina. Vit vilja takka Guðrið fyri trúgva tænasu í 10 ár og ynskja henni alt tað besta framyvir.