Ymsir samstarvsbólkar
Gott samstarv og samskifti er ein týdningarmikil partur í okkara arbeiði fyri at veita góða umsorgan, røkt, viðgerð og samanhang í sjúkugongdini. Endamálið er, at hvíldarfólkið kann endurvinna sínar førleikar og menna seg til at megna sín gerandisdag.
Vit samtarva við ymiskar stovnar so sum sjúkrahús, kommunulæknar, heimatænastu, Almannaverkið, Apotekið, Krabbameinsfelagið, fysioterapeutar v.m. Eisini er samstarv við prestar o.o., ið regluliga hava andaktir á heiminum.