útskriva

Lagt út: 26.06.2024

Sjúkrarøktarfrøðingur til Hvíldarheimið Naina

Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til Hvíldarheimið Naina. Talan er um eitt fast starv á brøk 0,75 í blandaðum vaktum, og 3 hvørt vikuskiftið.

Hvíldarheimið Naina er ein sjálvsognarstovnur. Hvíldarheimið er ætlað fólki, ið av sjúku ella aðrari orsøk eru viknaði, og hava tørv á røkt, viðgerð og umsorgan, fyri at koma fyri seg aftur. Heimið hevur pláss fyri 23 fólkum. Alt virksemið á heiminum er væl lýst á okkara heimasíðu www.naina.fo

Vit vanta, at umsøkjarar:

  • Hava prógv og autorisatión sum Sjúkrarøktarfrøðingur
  • Hava evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • Hava góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
  • Hava evni til at raðfesta og leggja arbeiðið til rættis
  • Hava telduførleika-vit nýta Cosmic


Vit kunnu bjóða:

  • Góða innleiðslu og upplæring á heiminum
  • Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • Fjølbroyttar avbjóðingar


Løn og setanartreytir.

Starvið verður sett sambart sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjamálaráðið

Starvsbyrjan 1 sept. 2024 ella eftir avtalu.

Upplýsingar:
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til: 
Mai Dahl, Fyristøðukvinnu
tlf. +298 211840 ella á t-post naia@olivant.fo

Umsókn og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til t-post naina@olivant.fo

Umsóknarfreistin er tann 22 juli 2024