Menniskja er í miðdeplinum, og guli liturin vekir álit og stendur fyri jaligum kenslum so sum lívsgleði, hepni og bjartskygni.
Stelkurin er ein hvonn, meðan greinarnar eru ímyndin av vøkstri og umhvørvinum rundanum heimið. Sagt varð, at oljan í stelkinum hevur verið nýtt sum heilivágur ímóti ymiskum sjúkum, og hon skuldi geva styrki. Grøni liturin er ímyndin av náttúru og heilsu, og er tann liturin, sum umboðar ró og heilsubót.
Greinarnar ímynda eisini hendur og armar, sum eru umfevnandi og veita umsorgan til einstaka menniskja í einum heimi, har tað er høgt til loftið og vítt til veggja.