útskriva

Um Hvíldarheimið Naina

Hvíldarheimið Naina er eitt menningarstað, har fólk, sum av ymiskum orsøkum eru rakt av sjúku, sorg ella hava niðursettan førleika, kunnu koma at fáa hvíld, umsorgan og heilsubót í eitt ávíst tíðarskeið.

hvíldarheimið 147.JPG

Á Hvíldarheiminum Naina eru umleið 20 starvsfólk. Starvsfólkabólkarnir eru sjúkrarøktarfrøðingar, lækni, reingerðarfólk, køksfólk og hjálparfólk.

Hesar viðtøkur eru fyri Hvíldarheimið Naina, sí leinkju her

Heimið veitir dygdargóða røkt, viðgerð og umsorgan við høvuðsdenti á at taka støði í tí einstaka menniskjanum, soleiðis at tað fær heilsubót og megnar at venda aftur til sín gerandisdag.

Heimið varð stovnað í 1936 av hjúnunum Almu og Ehrenfred Juhlert. Tað var Naina Scharla Nielsen, húsarhaldslærarinna, sum legði lunnar undir Hvíldarheimið, men henni var ikki lív lagað at seta heimið í verk og síggja tað, tí hon doyði av sjúku 8. septembur í 1934.

Søgan hjá Hvíldarheiminum Naina er lýst í bók, sum kom út í 2016. Hanna S. Absalonsen hevur skrivað bókina, og fæst hon til keyps á heiminum.

Heimið kann taka ímóti 27 fólkum í senn. Til ber at fáa uppihald í mesta lagi í 4 vikur. Tað eru 2 kømur í kjallaranum, 7 á miðhæddini og 14 kømur á loftinum. 3 av kømurunum eru dupultkømur, soleiðis at til ber at hjún kunnu fáa uppihald saman. Ein felagsstova er á miðhæddini, og ein er á loftinum. Matstovan er á miðhæddini. Køkurin er í kjallaranum saman við grovkøki og hjalli. Vaskirúm, fýrrúm, goymslurúm og felagshøli til starvsfólk er í kjallaranum.

Á Hvíldarheiminum Naina eru nógv ymisk prýðilig listarverk.

Hvíldarheimið Naina liggur í friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi, har góður møguleiki er at ganga túrar.