Hvíldarheimið Naina er ein sjálvsognarstovnur, sum tekur ímóti fólki, sum av ymiskum orsøkum hava tørv á hvíld, umsorgan og heilsubót í eitt avmarkað tíðarskeið.
Les meiraHesi 3 virðini eru grundarlagið undir arbeiðinum á Hvíldarheiminum Nainu
Les meiraRóligar umstøður, reglusemi í samdøgrinum og málrættað rørsla eftir førimuni eru leiðreglur, vit mæla til at fylgja, fyri at koma fyri seg.
Les meira"Í Gundadali hava vit eina oasu. Her er hvíld at fáa fyri útmøddar sálir. Fyri aðru ferð havi eg notið gott av dugnaligum, heilt serligum starvsfólkum, sum megna at kveikja lív og gleði í menniskju."
Katrin Dagbjartsdóttir, brúkari
"Her á Nainu eru vit øll líka. Øll fáa somu kor at vinna sær heilsubót innan fyri hesar góðu og tryggu karmar."
Erla Berghamar, brúkari
"Naina" hevur sera góð starvsfólk, sum hjúkla um brúkaran, so hann kann hvíla seg, eta væl og mennast aftur til lívið uttanfyri.
Oddvør Johansen, brúkari
"Her hevur altíð verið gott at starvast, sjálvandi tað er ikki hvør dagur líka, men runt roknað tey 33 árini eg havi starvast her, hevur hann verið góður. Góð og fitt starvsfólk, og óalmindiliga fittir brúkarar. Umhvørvið er fjølbroytt, her er ríkt fuglalív og vit kunnu fylgja árstíðunum her".
Elin Bærentsen, starvsfólk
"Eg eri styrknaður her, her er óalmindiliga gott at koma, tá ein er veikur og komin upp í árini".
Jógvan Pætur, brúkari
Endamálið er at arbeiða heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi, soleiðis at tann einstaki endurvinnur sínar førleikar og mennir seg til at megna sín gerandisdag.
Les meiraHvíld, umsorgan og heilsubót eru tey 3 høvuðsvirðini, sum eru grundarlagið undir arbeiðiðnum á Hvíldarheiminum Naina.
Les meiraBúmerkið ímyndar Hvíldarheimið Naina, sum við síni staðseting í vøkrum umhvørvi og friðarligu kørmum veitir menniskjum hvíld, umsorgan og heilsubót.
Les meira